Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar enn einaferð

Jákup Ósá

Hóast tær høvdu ryggin móti múrinum undan dystinum, so eydnaðist tað KÍ kvinnunum at spæla seg í steypafinaluna aftur í ár.

Tað lá annars eitt sindur í kortunum, at møguleiki var fyri, at KÍ kvinnurnar ikki fóru at vera í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðani 1998. Tí EB/Streymur/Skála førdi 1-0 frá fyrra dystinum í Klaksvík. Men søguliga liðið úr Klaksvík vísti enn einaferð, at dugur er í teimum. Hóast heimaliðið kom á odda 1-0, so kom KÍ inn aftur í dystin og vann 2-1. Rúna Joensen legði EB/Streym/Skála á odda, meðan Eyðvør Klakstein og Gudny Johannessen skoraðu málini hjá KÍ.
KÍ spælir – vegna Champions League luttøku – steypafinaluna 3. september móti HB og ikki 27. august, tá allar hinar finalurnar vera.