Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíggju dagar til seinastu freist at lata ólóglig vápn inn

Helgi Abrahamsen

Tann 30. juni 2016 er seinasta freist at lata ólóglig skotvápn inn til politiið. Nýggja vápnalógin, ið kom í gildi 1. januar 2016 ásetur, at persónar, ið eiga ella liggja inni við ólógligum skotvápnum, hava møguleika at lata tey inn til Føroya landfúta uttan revsitiltøk.

Síðani 1969 hava vandamikil skotvápn, sum eitt nú riflur og revolvarar, kravt serstakt loyvi frá politinum. Vanligar høglbyrsur hava verið undantiknar hesum loyvi, og vera tað eisini framyvir.ℕREURVið øðrum orðum skulu vanligar høglbyrsur ikki latast politinum.

Men hevur tú eitt nú riflu ella revolvara, uttan at hava serstakt loyvi frá politinum, so er talan um eitt ólógligt skotvápn.

Ólógligu vápnini kunnu latast inn á politistøðum í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri. Tey sum ikki hava møguleika at koma á politistøðina við ólógligu vápnunum kunnu ringja á tlf. 351448 fyri at avtala nærri, hvussu avhendingin kann fara fram.

Skotvápn, sum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, verða í samráð við Føroya Landfúta latin Søvnum Landsins til varðveitslu.