Hagtøl: Men í 4 av 8 dystum hevur ABfingið stig, tá liðini hava spælt í Klaksvík.
Fríggjakvøldið kl. 19.00 verðursíðsti landskappingardysturin áðrenn summarsteðgin hjáoddaliðnum KÍ. KÍ spælir tá á heimavølli móti AB, sumstríðist fyri at yvirliva í deildini, nú liðið í løtuniliggur á 9. plássi. Hesi bæði liðini hava leikt 8 ferðir mótihvørjum øðrum í Klaksvík. KÍ hevur munin og hevur 4 sigrar,meðan AB tvær ferðir hevur vunnið. M.a. seinast, tá liðinimøttust í Klaksvík. AB er eisini einasta liðið, sum í ár ikkihevur tapt móti KÍ, so hagtølini benda á, at vit kanska fáa einnógv meira spennandi dyst enn stigatalvan bendur á.
2015: KÍ-AB 1-3
2015: KÍ-AB 2-1
2014: KÍ-AB 4-1
2014: KÍ-AB 5-1
2013: KÍ-AB 1-1
2009: KÍ-AB 0-1
2009: KÍ-AB 1-1
2007: KÍ-AB 1-0
Dystir: 8
KÍ vunnið: 4
Javnleikir: 2
AB vunnið: 2




