Ein smáfuglur fann sær lívd í eini gravimaskinu og gjørdi ikki mætari enn, at byggja sær reiður har.
Ein smáfuglur fann sær lívd í eini gravimaskinu og gjørdi ikki mætari enn, at byggja sær reiður har.
Norðlýsið hevur fingið myndir sendandi frá manni, sum í eina tíð hevði eitt fuglareiður í síni gravimaskinu á arbeiðsplássinum.
Hesin føroyski heimildarmaðurin, hvørs arbeiðspláss er í Danmark, greiður frá, at her fyri bygdi ein fuglur eitt reiður í síni maskinu.
Hann veit ikki reiðiliga hvat slag hesin fuglurin var, men okkurt slag av smáfugli. Smáfuglurin varp og tað brast fyri nev. Móðirin gav ungunum í eina góða viku, inntil hon ikki fann gravimaskinuna aftur; tí gravimaskinan mátti flytast á annað graviøki.
Ungarnir lótu tíanverri lív at enda. Ein áhugaverd søga, men við einum syndarligum enda.
Sí myndir niðanfyri:




