Í stigum eru tað bara KÍ, sum hevur stóra framgongd samanborið við í fjør um somu tíð.
14 stig. So nógv stig hevur KÍ fingið fleiri fyri 16 umfør í 2016 samanborið við fyrstu 16 umførini í 2015. Næst størstu framgongdina hevur ÍF, sum hevur trý stig fleiri. Meistararnir úr B36 mistu nógv seinastu dystirnar áðrenn summarsteðgin og tað sæst aftur í, at afturgongdin er størst har.
Í stigum er munurin millum 2016 og 2015 hesin:
+ 14 stig: KÍ
+ 3: ÍF
+ 1: Víkingur
0 : AB
– 3: NSÍ
– 4: TB
– 5: HB
– 7: B36




