Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnukvøld í Klaksvík 4. juli

Danial Viðoy

Óli Samró, sum hevur fylgt væl við fiskivinnuni í mong ár, ikki bara her heima, men víða um, gevur nú bók út um hesi viðurskifti, sum fyri føroyingar sera týðandi.

Tíðindaskriv: Óli Samró, sum hevur fylgt væl við fiskivinnuni í mong ár, ikki bara her heima, men víða um, gevur nú bók út um hesi viðurskifti, sum fyri føroyingar sera týðandi.

Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar

Í sambandi við útgávu av bókini, «Fiskiskapur – fjøbroyttar ásetingar», heldur Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, fyrilestur um hvussu fiskivinnan kring heimin er skipað, og hvussu ymisku fiskivinnuskipanirnar virka og roynast á heimsins høvum.

Ymiskt er, hvussu londini áseta, hvørjum fiskivinnan skal tæna, og hvør tað er, ið eigur fiskin. Nøkur halda, at kvotur er besta loysnin, meðan onnur halda fiskidagar. Stríð er um, hvussu loyvir eiga at útlutast, eftir søguligum fiskiskapi ella boðin út á marknaði. Ósemja er um, annaðhvørt útlendingar kunna eiga fiskiskip og loyvir, ella ikki.

Framløgan byggir á bókina “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar”, ið kemur út 4.juli.

Fiskivinnukvøldið verður í Miðhøllini á Skúlatrøð mánadagin tann 4. juli kl 20.00. Boðin verður eisini ein kaffimunnur aftur við práti um framløguna.