Nevndin hjá Norðurlandaráðnum fyri “vøkstur og menning” kemur á vitjan í Føroyum í dag.
Norðurlandaráðið er skipað sum vanlig parlament við nevndum, ið viðgera tey einstøku málini, ið svara til teirra arbeiðsøki. Nevndin fyri Vøkstur og menning viðger millum annað mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaði, ídnaði og orku.
Á ferðini í Føroyum skal nevndin vitja Jarðfeingi, SEV, Vinnuhúsið og ALS. Eisini skulu tey hava fund við Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnu-, uttanríkis- og norðurlandamálum og við Gunvør Balle og møguliga eisini Guðrið Højgaard, ið skulu greiða frá um føroyska ferðavinnu.
Seinast á skránni á Føroyaferðini er ein fundur við Løgtingsins Vinnunevnd.
Nevndin fer avstað aftur mikudagin.




