Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Luttaka í heimsins størstu hondbóltskapping

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Neistin til Partille Cup 2016. Ungdómur Neistans fer aftur í ár til Svøríkis at luttaka í heimsins størstu hondbóltskapping Partille Cup.

Eins og undanfarin ár eru Neistahópurin sum fer til Gøteborg væl mannaður, eini 200 fólk eru í ferðalagnum sum fer avstað.

Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og tey ymsu liðini venja dúgliga bæði í høll og á graslíkisvøllum runt um í býnum.

Leikarar eru í aldrinum 10 – 16 ár og luttaka í kappingini sum verður í tíðarskeiðinum 4. – 9. Juli.

Talið av foreldrum og øðrum fjepparum plagar eisini at vera stórt, so blái Neistaliturin verður heilt vist eyðsýndur í Gøteborg í summar.