Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niels Christian Nolsøe stjóri á Jarðfeingi

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Uttanríkis- og vinnumálaráðiðUttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett Niels Christian Nolsøe sum stjóra á Jarðfeingi.

Niels Christian Nolsøe er 58 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur (M.Sc. in electrical Engineering) frá Danmarks Tekniske Universitet.

Niels Christian Nolsøe hevur drúgvar leiðsluroyndir, og var stjóri á Elektron í góð 20 ár, eins og hann hevur hollar royndir innan verkætlanarleiðslu.

Hann hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri á Jarðfeingi síðani 1. januar.

Seks umsøkjarar vóru til starvið.