Tað er ein sonn ”delikatessa” at eta ”Foie Gras”. Men hátturin til hendan rætt er ikki so tespuligur. Livurin á gásini verður umvæld til skropnilivur og veksur óvanliga skjótt.
Tað er ein sonn ”delikatessa” at eta ”Foie Gras”. Men hátturin til hendan rætt er ikki so tespuligur. Livurin á gásini verður umvæld til skropnilivur og veksur óvanliga skjótt.
Eitt rør verður sett í hálsin á gásini nakrar ferðir um dagin, har føði verður sproyta niður í.
Hetta er partur av franskari matmentan og enn verður hetta framt.
Tað hava verið nógvir peikifingrar bendir mótvegis Føroyum og grindadrápið farna døgnið. Hetta í kjalarvørrinum av myndum, sum Norðlýsið legði út í gjár. – Men tá ið mann peikar, venda fleiri fingrar mótvegis tær sjálvum.
Hvør og hvat land stendur fyri reinari mentan, sum allur heimurin dámar; onki land í verðini! Tað er eisini tað, sum eyðkennir eina mentan; ein tjóð, sum stendur saman um nakað, sum onnur ikki hava og onkuntíð heldur ikki dáma.
Niðanfyri ber til at síggja eitt video av tilgongdini:




