Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup B góðan túr á íslandsrygginum

Oliver Joensen

Martin Vágsheyg, skipari á Jákupi B sigur, at fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin. Vit hava verið burturí 12 dagar og hava fingi uppí 840 kassar, harav 500 kassar av svartkalva. Vit hava selt fyri 1,2 milj. krónur hendan túrin, so tað er ikki at lata illa at.

Ætlanin er at gera ein túr afturat, men tað er summarferiutíð og festivaltíð, so ivasamt er um tað ber til at fáa fólk til ein túr hesa tíðina, men vit royna, sigur Martin Vágsheyg, skipari.