Tað gekk ikki hjá 5-mannafarinum Fípuni Føgru hjá dreingjum í Klaksvíkar Róðrarfelag á Vestanstevnu. Nú er gerandisdagur aftur og aftur ein nýggjur róður fyri framman, og ein nýggjur møguleiki at svara aftur.

Tað er eyðsæð at Fípan Fagra hjá dreingjum ætlar at svara aftur, tí um teir skulu tryggja sær FM, mugu teir ið hvussu er vinna ein róður afturat.
Tað hevur annars gingið væl hjá ungu manningini í ár. Tvær ferðir eru teir komnir fyrstir um málstrikuna. Í løtuni føra teir sera tepurt í FM-kappingini.
Norðlýsið lúrdi út á Vágna í kvøld, tá ið teir vandu, og vórðu eygleiddir av skjóttgangandi báti. Tann skjóttgangandi báturin filmaði teir, umframt at Fípan hevði eitt kamera innanborðs. – Hetta er allarhelst til tess, fyri at eftirkanna áralag og annað.
Jú, tað eru tekin í øllum brøgdum, at Fípan ætlar at svara aftur Men samstundis ætlað hinir allir eisini at gera tað. Eins og undanfarnu róðrar hjá 5-mannaførum hjá dreingjum, verður tað eftir øllum at dømu enn ein avbera tættur róður.
Sí brot frá venjingini í kvøld: