Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála leigar liðskiparin hjá EB/Streymi?

Jákup Ósá

Formaðurin hjá Skála váttar, at felagið fær ein leikara í hópin afturat áðrenn flytingarvindeygað stongir mikukvøldið og talan er helst um liðskiparan hjá EB/Streymi.

Formaðurin hjá Skála váttar, at felagið fær ein leikara í hópin afturat áðrenn flytingarvindeygað stongir mikukvøldið.

Kaysten Rasmussen er formaður hjá Skála og hann sigur, at Skála fær ein leikara knýttan til hópin afturat. Frammanundan hevur Skála fingið svenska Rasmus Andersson til felagið.

Keldur hjá Norðlýsinum siga, at talan helst er um Rógva Egilstoft Nielsen úr EB/Streymi og at talan verður um leigu avtalu. Rógvi er fjølbroyttur leikari sum kann røkja nógv pláss og sum hevur fitt av royndum úr bestu deildini. EB/Streymur hevur nærum tryggjað sær uppflyting, og tí er tað kanska møguligt, at vit fáa hetta skiftið. Kaysten Rasmussen vil ikki gera nakrar viðmerkingar til, um talan er um Rógva Egilstoft Nielsen, sum Skála fer at knýta til hópin. 

Sum skilst hava fleiri feløg havt áhuga í at leiga leikarar frá EB/Streymi, sum hevur verið sera sannførandi í næstbestu deildini.