Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ivan Hummeland Jacobsen * 19.11.1939 – ” 27.05.2016 in memoriam

pmp

Hann egin var á mangan hátt, í millum menn á geil og gátt, og hittin hann við Runda Borð, oss bar so mangt eitt fyndarorð.

Hann egin var á mangan hátt

í millum menn á geil og gátt,
og hittin hann við Runda Borð
oss bar so mangt eitt fyndarorð.

Vit virða tað, sum Ivan var,
tá bros hans okkum brigdir bar
við blíðum brá á lívsins veg,
sum gleddi bæði teg og meg.

Hann vitan sína fann í bók
til lívsins leið á rás og rók,
har bæði strævið var og lætt,
til loksins komið var í rætt.

Hann kringur var í orð og tal
í dagsins skemt og orðaspæl,
har leitan hans at efsta lið
úr hugans dýpi spældi við .
—-
Vit takka tær for løtur her,
tú gleddi oss í vøklu verð
við blendingi úr lívsins blað
til sælur tú fanst hægri stað.
—-
Victoria og tykkar børn,
tit vóru hansar vælavørn
við kærleika við hansar lið,
til heim hann fór til halgan frið.

pmp

Harleyfacadeacryl