Í morgun, leygarmorgunin 16/7 kl. 11:00 verður festivalguðstænasta.
tilvildarlig G! mynd frá hóskvøldinum ..
Tíðindaskriv – G!: Aftur í ár verður møguleiki at koma til guðstænastu og í kirkju á G!Festivalinum.
Í morgun, leygarmorgunin 16/7 kl. 11:00 verður festivalguðstænasta.
Guðstænastan verður í Fjósinum, mitt í Syðrugøtu. Í ár er tað Inga Poulsen Dam, prestur, sum prædikar. Petra Iversen syngur Kingo og Dass og kórið Eystanljóð framførir.
Øll eru vælkomin – eisini tey, ið ikki hava festivalarmband.
Eftir guðstænastuna verður boðið til kirkjukaffi í Hoyggjhúskirkjuni, sum undanfarin ár hevur verið karmur um vælvitjaðu festivalkirkjuna.




