Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið byrjar á heimasíðuni hjá FSF mánadagin 18. juli klokkan 12:00.
Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið byrjar á heimasíðuni hjá FSF mánadagin 18. juli klokkan 12:00. Tað skrivar heimasíðan hjá FSF.
Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur eisini tikið avgerð um, at finalan um Mótasteypið, ið er steypafianalan hjá U17-gentunum, somuleiðis verður flutt eina viku, og í ár verður spæld fríggjadagin 2. september.
Skráin fyri steypafinalurnar 2016 á Tórsvølli
Fríggjadagin 26. august
Kl. 19:00 – Finalan um Thomas Dam Intersport Steypið
Dreingir U18 / NSÍ – HB
Leygardagin 27. august
Kl. 10:00 – Finalan um Cadbury Steypið
Dreingir U14 / HB – B71
Kl. 12:15 – Finalan um Eilif Arge Steypið
Gentur U14 / EB/Streymur – B36
14:30 – Finalan um Blaðberasteypið
Dreingir U16 / HB – NSÍ
Kl. 18:00 – Finalan um Løgmanssteypið / KÍ – Víkingur
Fríggjadagin 2. september
Kl. 19:00 – Finalan um Mótasteypið
Gentur U17 / KÍ – B36
Leygardagin 3. september
Kl. 18:00 – Finalan í steypakappingini hjá kvinnum / HB – KÍ




