Nú, tiltakið er farið so sera væl aftur um bak, vilja vit í fyrireikingarbólkinum fegin senda heilsan og tøkkir til øll, sum á ymsan hátt áttu sín lut í hátíðarhaldinum.
Serstøk tøkk til tey mongu vitjandi, ið settu slíkan fagnaðardám á bæði blankskálatúrin og alt haldið á Syðradali.
Vegna fyrireikingarbólkin – Paulina Eliasen




