Ung sum gomul ganga sum ør og leita eftir pokémons kring allan knøttin. Men “Pokémon go” er ikki vandaleyst fyri børnini. Pedofilar goyma seg, har børnini leita og royna at finna sín fong, men í summum førum kunnu børnini gerast fongur hjá pedofilum!

Enskar heimasíður skriva, at pedofilar goyma seg har, nógv pokémon djór eru at finna, tí her er lætt at fanga børn. – Hetta er ikki tespiligur lesnaður, men so er.
Tað er vandi við øllum, og so er eisini við hesum nýggja spælið, sum helmingurin av føroyingunum eisini eru partur av.
Hesi pokémon dýrini eru ikki bert at finna á áberum og sjónligum støðum, men í krókum, at vaksin og onnur annars ikki hava møguleika at síggja. Hetta kann tískil nevnast fyri eitt paradís fyri ein óreinan barnalokkara.
Tað hevur eisini verið skrivað á tíðindaportalum uttanlands, at ferðsluvanlukkur standast av “Pokémon go” av berum ósketni. Summi óhapp eru enda við andláti.