Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðbeining! – Grindaboð ella deyðsboð?

Danial Viðoy

Tað má vera upp á tíðina, at føroyingar og føroyska ferðavinnan leiðbeina útlendskum ferðafólkum, sum dagliga ferðast í okkara føroysku og harðbalnu fjøllum, áðrenn aftur ein skaði hendir. – Verður hetta ikki veruleiki, fær syrgiligasti tíðindabólkurin hjá Kringvarpinum aftur eitt óynskt navn.

Tað er vorðin ein óvani at hoyra tíðindini um, at ferðafólk villast og koma illa fyri í fjøllum og hagum okkara. Seinastu tíðindini hava ikki verið tespilig, tí hesi eru bólkað í tíðindabólkin, andlát!

Fyrr í vikuni var ein leiðbeining um føroyska ferðslu førd inn í føroysku ferðavinnuna til útlendsku gestirnar. Alt gott um tað, men tørvurin á leiðbeining til framferð/forboð í føroysku fjøllunum er nógv, nógv størri!

Tað eru eitt tal av óskrivaðum reglum, hvussu ein skal fyrihalda seg í fjøllunum, og hvørjar leiðir mann ikki skal leita sær. Men vita ferðafólkini eitt petti um hetta? neyvan! – Einans tey, sum hava føroyskan ferðaleiðara við sær.

Tvinnir eru kostirnir. Antin skulu ferðafólkini hava føroyskan ferðaleiðara við sær, ella eiga nágreiniligar og strangar leiðbeiningar greiðast úr hondum. Verður hetta ikki veruleiki, fær syrgiligasti tíðindabólkurin hjá Kringvarpinum aftur eitt óynskt navn.

Ferðavinnan hevur mangan verið eftir grindadrápinum, tí hetta skal eitast fyri at skaða ferðafólkatalið. Men skaðar í fjøllunum raka væl saktans eisini ferðavinnuna, meira enn nakar deyður grindahvalur.

Ja, tvinnir eru kostirnir: “grindaboð” ella “deyðsboð”.

Danial Viðoy