Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

17. umfar: Liggur til nógvar heimasigrar

Jákup Ósá

Metingar: B36 er einasta útiliðið, sum fer á vøllin sunnudagin sum favorittur.

Sunnudagin byrjar Effodeildin aftur eftir summarsteðg. Í steðginum hava fleiri lið skift eitt sindur út í hópinum og annars er stóri spenningurin um, hvussu liðini eru fyri, nú kappingin byrjar aftur. Ein mánaði kann uttan iva broyta ymiskt. Í fyrsta umfarinum eftir steðgin eru allir dystirnir millum lið, har annað liðið er í topp 5 og hitt í botn 5.

NSÍ-B68

NSÍ er greiður favorittur hóast talan er um grannauppgerð. Tá liðini spældu á Svangaskarði vann NSÍ 5-0 og tað verður ikki óvæntað, um munurin verður áleið tann sama hesaferð. Tí B68 er helst viknað nú Hákun Edmundsson ikki er við og nýggi útlendski álopsleikarin neyvan er klárur enn. Tó verður spennandi at síggja, um venjaraskiftið fær nakra ávirkan hjá B68, sum bara í einum dysti fekk stig móti nøkrum topp 5 liði undan summarsteðginum. Tað kann kanska eisini bjarga B68 frá einum ordiligum stórtapi, at talan er um fyrsta dyst eftir summarsteðgin, tí tá er NSÍ álopsmaskinan kanska ikki eins væl smurd sum vanligt. NSÍ hevur góða skrá á pappírinum og kann fara at vinna nógvar dystir á rað nú. Tipping: 1 (3-0)

Víkingur-AB

Víkingur kemur til hendan dystin sum favorittur, men kanska ikki so stórur, sum stigatalvan sigur. Tí AB er eitt lið, sum seinastu árini hevur havt gott tak á Víkingi serliga sæð í ljósinum av, at liðini vanliga liggja í hvør sínum enda á stigatalvuni. Bæði liðini eru kroyst til at vinna dystin, tí liðini hava fleiri stig at innheinta í mun til málsetningin. AB hevur nakað av útskifting, meðan Víkingur koyrir við nærum tí somu vælkendu manningini sum undanfarnu ár. AB tapti 5-1 í Klaksvík seinast á einum degi, har KÍ ikki rakti einum av sínum bestu døgum og avrikið skal vera nógv betri, um Víkingur skal fáa ta somu mótstøðuna, sum AB vanliga gevur teimum. Tipping: 1 (3-1)

HB-Skála

Fyri framman hjá HB standa fýra heimadystir og úr HB leiðrinum dylja teir ikki, at nú er góður møguleiki at ogna sær nógv stig og harvið koma innum topp fýra. Hetta er helst eisini gott tíðspunkt at møta Skála, tí Skála liggur í løtuni á tryggum plássi, har trýstið frá botninum ikki er eins stórt sum fyrr í ár. Tí kann liðið kanska eisini spæla meira frítt, men í fyrra dystinum millum liðini, sum var á Skála, var HB greitt betra liðið og vann trygt. Síðani á hevur Skála liðið ment seg og liðið hevur fyrr í ár fingið stig í Gundadali móti B36. Men eins og hjá NSÍ, so kann væntast, at HB kemur upp í ferð nú og fer at vinna nógv stig komandi umførini. Tipping: 1 (2-0)

TB-B36

Tann á pappírinum mest spennandi dysturin í hesum umfarinum. TB hevur styrkt seg nógv í summar og er á heimavølli, meðan B36 liðið er væl mannað og eigur at minna nógv um liðið frá í fjør, tá vit hyggja eftir manningini. TB kemur nú inní tíðarskeiðið, har felagið seinastu árini hevur havt trupult við at fingið stig. B36 er eitt av fáu liðunum, ið sum oftast kemur aftur úr suðuroynni við fullum stigatali seinastu árini. Tí líkist tað einum teprum útisigri, tí TB hevur eisini eina avbjóðing at skula spæla fleiri nýggjar mans inn á liðið. Tipping: 2 (1-3)

KÍ-ÍF

Dystirnir millum hesi bæði liðini hava seinnu árini verið truplir at mett um, tí liðini hava skift um at vunnið á hvørjum øðrum, og KÍ vann m.a. ongan dyst á ÍF í fjør. Men í ár er øðrvísi og KÍ hevur vunnið tilsamans 8-0 í tveimum dystum móti ÍF, sum báðir vóru spældir í Fuglafirði. Undan kappingarárinum vóru hesi bæði liðini av mongum mett at hava áleið somu styrki, men KÍ gjørdi bart áðrenn summarsteðgin og vann eina rúgvu av dystum á rað. Tí verður spennandi at síggja, um KÍ megnar at finna góðu avrikini fram aftur eftir summarsteðgin. ÍF er við í kappingini um 4. plássið og tí hevur tað týdning fyri fuglfirðingar at í øllum førum fáa stig, tí væntast kann, at bæði HB og B36 vinna sínar dystir. KÍ er favorittur hóast ein ikki kann krevja eins sannførandi avrik sum seinastu umførini undan steðginum, tí tað ganga helst nakrir dystir, áðrenn liðini eru komin heilt í optimalan dystarform. Á rætta degnum kann ÍF arga, men vit tippa KÍ byrjar har teir sleptu: Við at vinna! Tipping: 1 (2-0)