Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen virkandi borgarstjóri

Klaksvíkar Kommuna

Meðan Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er í summarfrí, hevur varaborgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, tikið við sum virkandi borgarstjóri.

Frá í dag 22. juli og til 1. august verður tað Steinbjørn O. Jacobsen, sum røkir borgarstjórastarvið.

Steinbjørn O. Jacobsen hevur áður verið borgarstjóri í tvey býráðsvalskeið, 2001-2004 og 2005-2008.

Hann var fyrstu ferð valdur í býráðið í 1997 og hevur verið býráðslimur øll árini síðani, tvs. hetta er fimta býráðssetan hjá honum.

Umframt sum borgarstjóri hevur Steinbjørn drúgvar royndir sum formaður og limur í fleiri ymsum býráðsnevndum.

Hesa býráðssetuna er Steinbjørn O. Jacobsen varaborgarstjóri, formaður í Teknisku Nevnd og Ferðslunevndini, umframt at hann er limur í trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir og Havna- & Vinnunevndini.