Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðaliðið fær serligar avbjóðingar á Viðareiði

Danial Viðoy

Ferðaliðið hjá Kringvarpinum fer at senda beinleiðis frá norðastu bygd í Føroyum hvørja løtu. Streymurin verður slitin klokkan 16.00-16.30, men hóast hetta ber til at senda.

Ferðaliðið hjá Kringvarpinum fer at senda beinleiðis frá norðastu bygd í Føroyum hvørja løtu. Streymurin verður slitin klokkan 16.00-16.30, men hóast hetta ber til at senda.

Tað var eitt sindur óheppið, at streymurin verður tikin í senditíð Ferðaliðsins í dag, men so er.

Norðlýsið vitjaði Matstovuna hjá Elisabeth, har Ferðaliðið hevur sín grundvøll í dag. Tey sótu øll uttandura í hesum dýrdarveðri.

Vertirnir siga, at við streymloysinum í tonkunum, hava tey longu gjørt nakrar samrøður, sum eru sendar suður til Havnar; og eru hesar klárar at senda.

Áhugaverdar samrøður og áhugaverdir persónar

Borgarstjórin hevði lagt leiðina fram við, tá ið Norðlýsið var á staðnum, og hann verður sjálvsagdur partur av sendingini.

Væntandi verður samrøða eisini gjørd við Elisabeth Nybo, sum eigur og rekur matstovuna.

Hesa løtuna var ein av vertunum heimi í Válgaranum, og gjørdi samrøðu við onkran har, m.a. Eydnu Steinberg, sum umframt at arbeiða í handlinum á Viðareiði, er íðin listakvinna, tí hon málar eisini.

Sendingini byrjar eftir tíðindini klokkan 15.00.