Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

18. umfar: Avgerandi dystir á ólavsøku

Jákup Ósá

Metingar: KÍ skal royna at reisa seg á Svangaskarði, har liðið hevur fleiri keðilig minnir frá 2014, tá liðið spældi har seinast.

Mikukvøldið byrjar 18. umfar í Effodeildini og eftir tað umfarið hava øll liðini spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Á pappírinum er talan um fleiri spennandi og avgerandi dystir, har tapandi liðið kann missa nógv. Niðanfyri verður mett um dystirnar í 18. umfarinum.

AB-NSÍ

AB hevur kós niður í 1.deild. Liðið hevur tapt fimm dystir á rað, og tað kostar so seint í kappingini. Liðið skorar heldur ikki mál og seinastu tveir dystirnir eru málini eisini farin at rapla inn. NSÍ hevur havt góð úrslit í landskappingini seinastu tíðina, og vit hava skrivað fyrr, at skráin hjá NSÍ ger, at liðið gott kann fara at vinna nógvar dystir á rað nú. Á Argjum er NSÍ favorittur at byrja ólavsøkuna við einum sigri, men AB fer kanska at geva harðari mótstøðu enn liðið hevur gjørt móti KÍ og Víkingi seinastu tvey umførini. Tipping: 2 (1-3)

HB-ÍF

Ein avgerandi dystir í stríðnum um at fáa Europa League pláss. Bæði liðini hava sjálvsálit eftir sigur í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Men tapandi liðið her verður rættuliga kroyst á stigatalvuni eftir hetta umfarið. HB hevur vunnið tríggjar sigrar á rað og tykist vera eitt lið í viðgongd, meðan ÍF gjørdist liðið, sum í stórum stíli steðgaði sigursrøðini hjá KÍ. ÍF avrikið í Klaksvík var rættuliga sannførandi og fær liðið víst sama spæl, so eru góðir møguleikar fyri sigri á ólavsøku. Men tá krevst eisini, at Adeshina Lawal er í eins góðum hýri. Hesin dysturin kann fara báðar vegir, men heimavøllurin hjá HB ger, at HB kanska er lítil favorittur. Hetta kann blíva ein góður og undirhaldandi dystur, tí bæði liðini ynskja at leypa á. Tipping: 1 (3-2)

B36-Víkingur

B36 var næstan avskrivað í FM stríðnum, men við tveimum sigrum á rað livir vónin hjá B36 framvegis. Ikki minst tí liðið tykist sterkari enn áður, har hópurin er breiður og har nærum allir mans eru heilt frískir. Skráin hjá B36 ger eisini, at liðið gott kann fáa eina langa sigursrøð, um tað eydnast at vinna á Víkingi her. Víkingur hevur eisini vunnið sínar báðar síðstu dystir og kann við sigri her koma so tætt uppat 1. plássinum, at bara eitt stig verður upp til KÍ, í øllum førum í tveir dagar. Víkingur er eisini væl fyri á manningarsíðuni í løtuni, og hetta er ein á pappírinum sera spennandi dystur. Fyri bæði liðini er hann avgerandi, tí eitt tap fer at kosta nógv á stigatalvuni, serliga um KÍ og NSÍ vinna sínar dystir móti teimum báðum niðastu liðunum. Víkingur vann fyrra dystin millum hesi bæði liðini í ár, men nú verður spælt í Gundadali, har fleiri 1000 áskoðarar kunnu væntast til ólavsøkudystin. Tað plaga hesi bæði liðini at trívast væl við og tí liggur tað kanska mest til ein javnleik, tí trupult er at finna fram til, hvat lið er sterkari í løtuni. Vit fara tó at royna at koppa dystin til Víking við tí orsøk, at stigatalvan sigur, at Víkingur hevur verið eitt betri lið enn B36 higartil, og tí at B36 kanska ikki altíð spælir upp til sítt besta á ólavsøku. Tipping: 2 (1-2)

Skála-TB

Eisini ein tættur og spennandi dystur á pappírinum, har ein sigur næstan tryggjar vinnandi liðnum tilveruna í deildini. Serliga hjá Skála sær støðan tá góð út. Skála hevur vunnið sínar báðar seinastu heimadystir, meðan TB ongan sigur hevur fingið á útivølli enn í ár. Skála vann stórsigur, tá hesi bæði liðini møttust fyrr í ár, og tí talar tað mesta fyri, at verður ein vinnari, so verður tað Skála. Men TB hevur styrkt seg og eigur at vera eitt sterkari lið nú enn seinast, tá liðini møttust. Tað vera helst fá mál, tí hesi liðini skora sjáldan meir enn eitt mál. Tipping: 1 (1-0)

B68-KÍ

B68 gav kanska heldur óvæntað harða mótstøðu til NSÍ í Runavík. Tað kann kanska benda á, at B68 verður sterkari eftir summarsteðgin. KÍ avrikið móti ÍF er trupult at skilja, tí KÍ liðið spældi óvanliga illa og verður avrikið ikki munandi betri, so fær KÍ stórar trupulleikar á Svangaskarði. Tað sóu vit eisini í 2014, sum er seinast liðini møttust á Svangaskarði, tá KÍ tvær ferðir tapti á Svangaskarði, hóast B68 flutti niður. Fær B68 nýggja álopsleikaran tøkan, so styrkir tað helst væl um, meðan KÍ skal finna avloysara í miðverjuni fyri leikbannaða Jonas F. Rasmussen. B68 hevur møguleika at fáa stig, um KÍ ikki reisir seg og finnur nakað av góða spælinum undan summarsteðginum fram aftur, tí B68 hevur fyrr í ár tikið stig frá Víkingi á heimavølli. Men talan er um dyst millum nummar 1 og 10, og tí er KÍ favorittur, men spurningar skulu svarast hjá KÍ. Tipping: 2 (1-2)