Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta tapið í ár

Jákup Ósá

Hjá tveimum KÍ leikarum var tapið móti ÍF í gjár tað fyrsta í ár.

Hjá tveimum KÍ leikarum var tapið móti ÍF í gjár tað fyrsta í ár.

Semir Hadzibulic og Ísak Simonsen hava spælt 15 dystir higartil í ár í lands- og steypakapping. Felags fyri báðar er, at teir ikki vóru tøkir fyrstu trý umførini, tá KÍ tapti tveir av trimum dystum. Men síðani hava teir spælt flestu dystirnar í lands- og steypakapping. Tá KÍ í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin í gjár móti ÍF tapti 4-2, so vóru teir báðir millum teir fyrstu ellivu. Sostatt taptu teir fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið.

KÍ spælir sunnudagin á Svangaskarði móti B68.