Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB hevur brúkt flest leikarar

Jákup Ósá

Meðan KÍ og HB hava brúkt fæst leikarar.

Eins og ofta fyrr, so eru tað liðini í botnstríðnum, sum hava brúkt flestar leikarar. Tað skyldast sum oftast skaðum, leikbannum ella tað at úrslitini gera, at man ynskir at royna nakað nýtt. Eisini kann eitt venjaraskiftið hava ávirkan á, hvørjar leikarar liðið satsar uppá. TB er liðið sum við 29 leikarum hevur brúkt flestar leikarar higartil í Effodeildini. Í hinum endanum liggja KÍ og HB, sum hava havt 20 leikarar á vøllinum higartil.

Tal av leikarum, ið hava verið á vøllinum fyrstu 17 umførini:

KÍ: 20 leikarar

Víkingur: 22

NSÍ: 24

B36: 26

HB: 20

ÍF: 22

Skála: 22

TB: 29

AB: 27

B68: 25