Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vanligt at KÍ tapir fyrsta dystin eftir summarsteðgin

Jákup Ósá

At KÍ tapti fyrsta dystin eftir summarsteðgin var kanska ikki so óvæntað, um ein hyggur eftir hagtølunum.

Men har skal sigast, at undan summarsteðginum vóru nógv hagtøl hjá KÍ brotin, har kappingarárið í 2016 í mangar mátar breyt burturúr øðrum kappingarárum seinastu árini hjá liðnum. Men tað stendur við, at liðið byrjar illa í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Hetta rákið byrjaði í 2008. Tí av seinastu nýggju árunum, um vit telja 1. deildardystin í 2010 uppí, so hevur KÍ tapt sjey, spælt ein javnan og vunnið ein. Burtursæð frá tveimum av dystunum, so hava hinir ikki verið ímóti toppliðum. Einasti sigurin kom í 2012, men har hendi tað, at fýra teir næstu dystirnir bara góvu eitt stig og í veruleikanum gjørdu, at KÍ ikki kom út í Europa tað árið.

2008: KÍ-B68 0-1

2009: KÍ-B68 2-4

(2010 í 1.deild: KÍ-Víkingur 2-4)

2011: KÍ-B71 1-2

2012: TB-KÍ 1-6

2013: HB-KÍ 3-0

2014: B36-KÍ 2-1

2015: EB/Streymur-KÍ 4-4

2016: KÍ-ÍF 2-4

Seinastu 9 árini í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin:

Dystir: 9

KÍ vunnið: 1

Javnleikur: 1

KÍ tapt: 7