Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðareiðistunnilin ikki asfalteraður?

Viðingur

Tað er nú komið fram – bert góðan mánaða áðrenn Viðareiðistunnilin skal takast í nýtslu, at asfalt ikki verður lagt á koyribreytina inni í tunlinum.

Tað er nú komið fram – bert góðan mánaða áðrenn Viðareiðistunnilin skal takast í nýtslu, at asfalt ikki verður lagt á koyribreytina inni í tunlinum.

Tað vísur seg soleiðis at, tá ið Løgtingið ger lógir um tunlar og annað, verður kostnaðurin mettur frammanundan, og so fangar borðið. Tí hava Landsverk og Articon verið noyddir at skava munandi burtur av verkætlanini, ið varð gjørd í sambandi við Viðareiðistunnilin.

Ein fylgja av hesum var ljósini inn í tunnlinum; ein onnur fylgja var Dalavegurin.

Ljósini inni í tunlinum vóru í fyrstu atløgu spard burtur, og síðani varð óbrúkiligt asfalt lagt á vegin, ið gongur til tunnilin. Men tíbetur megnaði landsstýrismaðurin, ið varðar av hesum øki, at skaffa pening, so hetta alíkavæl bleiv gjørt, og tað er sjálvsagt gleðiligt.

Viðareiðistunnilin er tað, henda verkætlan snýr seg um. Sjálvsagt eigur og skal tunnilin vera gjørdur ordiligt, onki annað eigur at verða góðtikið!

Mín innarliga vón og áheitan er, at Viðareiðistunnilin verður asfalteraður, soleiðis at vit fáa ein tíðarhóskandi tunnil, har góðska og trygd eru í hásæti.

Ein viðingur