Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Kvikk kom aftur undan Íslandi

Jákup Ósá

Kvikk legði at bryggju seinnapartin á Kósini í Klaksvík. Túrurin hilnaðist ikki so væl sum tann næst seinasti, tá Kvikk hevði 160.00 pund. Hesaferð var Kvikk burtur í 15 dagar og fekk 115.000 pund. Kvikk hevur roynt undir Íslandi og størsti parturin av veiðuni er toskur, longa og brosma. 

Myndirnar eru frá virkseminum á Kósabryggjuni, tá Kvikk legði at bryggju. Har gjørdi m.a. Sjúrðarberg eisini klárt til at fara nýggjan túr og nakrar myndir eru av Sjúrðarbergi.