Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hølvaði HB av

Danial Viðoy

1. deild, menn: Sambært stigatalvuni var lagt upp til ein tættan dyst í gjárkvøldið millum KÍ og HB, men KÍ vildi tað øðrvísi og smurdi HB av. Ein sonn málveitsla.

1. deild, menn: Sambært stigatalvuni var lagt upp til ein tættan dyst í gjárkvøldið millum KÍ og HB, men KÍ vildi tað øðrvísi og smurdi HB av. Ein sonn málveitsla.

Djúpumýra: Tá ið dystur var lokin var støðan 7-3 til heimaliðið, KÍ. KÍ stýrdi mest sum øllum dystinum, hóast HB kom til onkrar hálvar málmøguleikar. Tað sigur kanska ikki so lítið, at øll málini hjá HB komu eftir deyðbóltsstøður, 2 brotsspørk og eitt beinleiðis fríspark.

KÍ legði væl frá byrjan, tí eftir lítlari løtu var støðan 2-0 til KÍ, eftir tvey avbera vælspæld mál, har ávikavist Beinir Poulsen og Steinbjørn Olsen høvdu seinasta fótin á. Stutt fyri tíð økti Aksel Danielsen, men avbera stutt fyri tíð fekk HB brotsspark, sum varð umsett til mál. 3-1 í hálvleikinum.

Sambært Faroe Soccer skoraði HB trý tey næstu málini, tvey sjálvmál til KÍ og eitt til HB. Kanska debutanturin á Effoliðnum hjá KÍ, Ólavur Niclasen, kennir seg snýttan her, tí møguliga átti hann eitt av málunum. Lat tað fara. So var støðan 5-2 og góðir 20 minuttir eftir at leika.

Men málveitslan var ikki liðug, tí síðstu løtuna av dystinum sluppu Aksel Danielsen og Steinbjørn Olsen aftur fram at, samstundis sum HB aftur fekk mál eftir brotsspark. Hetta elvdi til endaligu støðuna 7-3. – HB fór suður við ongum, ímeðan KÍ kundi fegnast um leikliga gott avrik, og fleiri vælspæld mál.

Annars kann nevnast at KÍ hevur spælt 3 dystir móti HB í ár: úrtøkan er vorðin til 3 sigrar og 9 stig.

1. deildarliðið hjá KÍ spælir aftur leygardagin, tá ið teir leika heiman av Sandi móti B71 – um Teistin siglir!