Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgonguflokkarnir eru ósamdir um hvør politiska kósin er

Helgi Abrahamsen

Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum var fyrsti framsøgumaður, tá løgtingið í morgun fór undir at viðgera løgmansrøðuna.

Hann fegnaðist um, at samfelagið er á broytingarkós og at skútan nú er løgd á bakborðsbógv. Hesum var Ruth Vang, úr Framsókn, tó als ikki samd í. Hon segði, at Framsókn liggur tungt í stýriborði, sum mótvekt til hinar báðar samgonguflokkarnar. Hon dugdi tí ikki at síggja, at sitandi samgonga førir ein sosialistiskan politikk.

Jónleif Johannesen fegnaðist um, at fólkatalið veksur og at arbeiðsloysið minkar, men ikki minst fegnaðist hann um, at sitandi samgonga hevur givið miðl- og lágløntum skattalætta fyri tilsamans 150 mió. krónur.