Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framúr gott talvavrik av Janus Skaale

TUMMAS MARTIN SÓLSKER

Størsta talvkapping í Norðurlondum, Xtracon chess open, eisini kent sum Politiken-CUP, bleiv hildin í Helsingør 23.-31. juli. Kappingin er vanliga væl vitjað, og í ár luttóku 398 telvarar, harav 5 føroyingar. Stóra talið av luttakarum ger kappingina til eitt serligt upplivilsi, eins og møguleikin er at royna seg móti sera sterkari mótstøðu. T.d. luttóku hálendski superveteranurin Jan Timman og norsku Simen Agdestein og Jon Ludvig Hammer, ið eru knýttir at venjaratoyminum hjá heimsmeistaranum Magnus Carlsen.

Kappast verður eisini í styrkisbólkum, soleiðis at okkurt er hjá øllum at vinna, og undanfarin ár hava føroyingar gjørt vart við seg við góðum úrslitum.

Úr Klaksvík luttók Janus Skaale fyri fyrstu ferð. Janus hevur havt eitt gott kappingarár, og hevði undan kappingini eisini verið á talvlegu í Danmark. Undan kappingini var styrkitalið hjá Janus 1628 og styrkismettur nr. 323 av teimum 398 telvarunum.

Hóast Janus telvaði væl ímóti væl sterkari mótstøðu, kom einki stig í posan fyrstu tvey umførini, men telvingin hjá Janusi gav ábending um, at okkurt gott úrslit var ávegis.

Í triðja umfari møtti Janus telvara við væl lægri styrkitali, og so var fyrsta stigið komið á kontuna. Eftir hetta kom veruligt glið á hjá 15 ára gamla klaksvíkinginum og restina av kappingini tapti hann bert eitt talv,leikti 3 jøvn og vann 3. Samanlagt fekk Janus sostatt 5½ stig av 10 møguligum, og rakk hetta til eitt flott 1. pláss í bólkinum fyri telvarar við styrkitali millum 1501 og 1700. Í samlaðu støðuni gjørdist Janus nr. 148 av teimum 398 luttakarunum. Við góða úrslitinum økist styrkitalið hjá Janusi við 141 til 1769.

Mótstøðan hjá Janusi í kappingini:

umfar Navn Styrkital úrslit

1 Svein Rishovd 2099 0

2 Johnny Holler Johansen 1919 0

3 Ariza Hina 1370 1

4 Daniel Andersen 1875 1

5 Øyvind Ukkelberg 1956 ½

6 Julius Mølvig 1964 ½

8 Peter Stuhr 1918 1

9 Svend Steenstrup 1951 1

10 André Nielsen 2047 ½

Niðanfyri er endastøðan í 9. umfarinum av sigrunum hjá Janus við svarta fólkinum móti Svend Steenstrup við styrkitalinum 1951:

32…d3+! 33. Kxf3, d2 Janus fær eina nýggja frúgv, og mótstøðumaðurin velur at leggja kongin. Hetta er 3. talvið í kappingini, har Janus vinnur ímóti væl sterkari mótstøðu.

0–1

Frágreiðingar og viðmerkt talv frá kappingini eru at finna á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, www.faroechess.com