Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góvu við einari hond og tóku við tveimum

Helgi Abrahamsen

Jenis av Rana, framsøgumaður fyri Miðflokkin, brúkti stóran part av talutíðini undir viðgerðini av løgmansrøðuni, til at viðgera broytingina av pensjónunum.

Jenis av Rana, framsøgumaður fyri Miðflokkin, brúkti stóran part av talutíðini undir viðgerðini av løgmansrøðuni, til at viðgera broytingina av pensjónunum, sum samgongan framdi um ársskiftið. Hann kallaði hetta ”at geva við aðrari hondini og taka innaftur við báðum.” Hann helt ikki at pensjónistarnir høvdu fingið so nógv burturúr broytingini.

Eisini gjørdi formaðurin í Miðflokkinum nógv burturúr ósetta starvinum sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Jenis av Rana segði seg ikki kunna góðtaka, at fólk ikki fáa eitt alment starv, tí tey eru í familju við onkran ávísan.

Hann fanst eisini at fríhandilsavtaluni við Turkaland, sum hann kallaði ”samstarv við Erdogan”.

Viðvíkjandi spurninginum um vit skulu hava eina ella fleiri leiðslur fyri sjúkrahúsini segði Jenis av Rana, at tað loysir ikki veruligu trupulleikarnar í sjúkrahúsverkinum. Hetta elvir til klandur og stríð og er í longdini við til at veruligu avbjóðingarnar ikki verða loystar, segði hann.

Ikki óvæntað nam formaðurin í Miðflokkinum eisini við hjúnabandslógin. Hann segði, at løgmaður átti at latið fólkið avgjørt málið. Hann helt ikki at vit hava flutt okkum úr trongskygni, men vit hava heldur breiðkað vegin sum førir til undirgang.