Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll er nú nærmast Árna

Jákup Ósá

Tað tykist ikki vera nakar ivi um, hvør fer at leggja upp til flest mál í 2016.

NSÍ vongurin Árni Frederiksberg hevur lagt upp til ikki færri enn 15 mál fyrstu 18 umførini í ár. Fer at liggja eins væl fyri seinasta triðingin av kappingini hjá honum, so tekur hann metið av uppleggum síðani Norðlýsið fyri nøkrum árum síðani byrjaði at føra hagtøl fyri uppleggum. Árni hevur ligið langt fremst í longri tíð og einki bendur á, at tað verður nakar annar leikari, sum í ár leggur upp til flest mál. Nærmast Árna er nú KÍ álopsleikarin Páll A. Klettskarð, sum 7 ferðir hevur lagt upp til mál. So høgt á listanum hevur hann ikki ligið fyrr í ár. 

Upplegg listin sær soleiðis út (topp 4)

15 upplegg:

Árni Frederiksberg, NSÍ, (deyðbóltar: 4)

7 upplegg:

Páll A. Klettskarð, KÍ

6 upplegg:

Súni Olsen, KÍ, (deyðbóltar: 2)

Christian R. Mouritsen, HB, (deyðbóltar: 2)