Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála fingið nýggjan formann

Jákup Ósá

Tað er altíð ein avbjóðing hjá ítróttarfeløgum, at uppgávan av at reka felagið og virksemið tess, kann koma til at hvíla ov nógv á einstøkum persónum. Vandi tá er fyri, at orkan ikki røkkur til allar tær uppgávur, ið skulu loysast, og eldsálirnar brenna út. Tað skrivar Skála á síni facebook síðu. 

Nevndin hjá Skála Ítróttarfelag hevur sett sær fyri, at styrkja leiðslu- og nevndarbygnaðin í felagnum, soleiðis at pláss og rúm verður fyri, at fleiri hendur bera í felag. Sum liður í hesum bygnaðarbroytingum, hevur Arni Klein Abrahamsen tikið við sum formaður, meðan Kaysten Rasmussen framyvir fer at hava ábyrgd fyri ítróttarliga virkseminum í felagnum. Harumframt hevur nevndin eisini sett sær fyri at arbeiða við øðrum átøkum, fyri at styrkja bygnaðin og fyrisitingarliga partin av felagnum.

Endamálið við hesum átøkum, er at tryggja framhaldni í felagnum, og at gera tað meira áhugavert, bæði hjá nýggjum og verandi kreftum, at taka við ábyrgd og bera Skála Ítróttarfelag fram á leið í komandi tíðum, skrivar Skála. 


Skála er sum uppflytari væl ávegis til at tryggja sær tilveruna í bestu deildini. 8 stig eru niður til AB, ið liggur undir niðurflytingarstrikuni og 27 stig eru eftir at spæla um. Fríggjakvøldið vitjar Skála í Klaksvík.