Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Føroyar síðsta paradís á jørð,” sigur Hollywood filmsleikstjóri

Danial Viðoy

“Oyggjarnar eru so sera flottar, ljósið er einastandandi, og føroyingar eru fyrikomandi og gávumildir. Eg havi torført við at skilja, hvussu tað ber til, at hetta er fyrsti stóri altjóða filmurin, ið hevur uppdagað hetta grøna paradís.”

Mynd: Mureldur (Filmsupptøkur í Bø)

Tíðindaskriv frá visitfaroeislands.com: Seinastu upptøkurnar til Hollywood filmin, Submergence, vórðu gjørdar í gjárkvøldið, og sambært teimum, ið hava staðið fyri upptøkunum, hevur alt hilnast sera væl.

“At filma í Føroyum var ein dreymur, ið gjørdist veruleiki,” sigur filmsleikstjórin, Wim Wenders.

“Oyggjarnar eru so sera flottar, ljósið er einastandandi, og føroyingar eru fyrikomandi og gávumildir. Eg havi torført við at skilja, hvussu tað ber til, at hetta er fyrsti stóri altjóða filmurin, ið hevur uppdagað hetta grøna paradís.”

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur latið pening til verkætlanina við tí fyri eyga at menna føroysku filmsvinnuna. Uttanríkis- og vinnumálaráðið fær atgongd til ymiskt tilfar frá filminum, sum kann brúkast í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar, umframt at fólk úr føroysku filmsvinnuni hava havt leiklutir í verkætlanini. Mett verður, at Submergence kann gerast ein góð royndarverkætlan í mun til at menna skapandi vinnur í Føroyum.

Visit Faroe Islands hevur samskipað filmsverkætlanina í Føroyum og hevur saman við Atlantic Airways, Hotel Hafnia og Hotel Føroyum veitt fíggjarligan stuðul. Filmsvinnan í Føroyum hevur tikið sær av tí praktiska arbeiðið í samband við upptøkurnar.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at filmsupptøkurnar í Føroyum hava ómetaliga stórt PR-virðið, tá talan er um ein so stóran Hollywood film.

“Ein stórur partur av arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands er at kunna heimsborgarar um, at vit yvirhøvur eru til og vísa á okkara áhugaverda land,” sigur Guðrið.

“Vit á Visit Faroe Islands hava nú í nøkur ár arbeitt við at fingið altjóða filmsverkætlanir til Føroyar og eg gleðist tí sjálvandi um, at tann fyrsta stóra filmsverkætlanin nú er komin á mál.”

Eftir ætlan hevur Submergence frumframsýning á Cannes festivalinum í mai 2017.