Løgtingið fer í morgin at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at skerja fiskidagatalið við millum 15 og 30 prosentum komandi ár.
Løgtingið fer í morgin at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at skerja fiskidagatalið við millum 15 og 30 prosentum komandi ár.
Síðani klokkan 11 í morgun hava Felagið Línuskip, Felagið Trolbátar og Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund á Hotel Runavík um støðuna, og fyri at taka støðu til møgulig átøk.
Norðlýsið var framvið, seinnapartin, meðan steðgur var í fundinum, og haðani hava vit hesar myndirnar.
Fundurin er framvegis ikki liðugur.




