”Man kom í gamlan rock-stemning”. Tað segði 74 ára gamli Poul Havn, tá vit hittu hann og konuna aftaná konsertina hjá Cliff Richard á Vágsbøi.
”Man kom í gamlan rock-stemning”. Tað segði 74 ára gamli Poul Havn, tá vit hittu hann og konuna aftaná konsertina hjá Cliff Richard á Vágsbøi.
Spurdur um tey livdu við tónleikinum er Poul avgjørdur:
”Ja tað gjørdu vit, men eg hevði ikki klárað at staðið so lættur á pallinum sum hann gjørdi.” Poul má tó ásanna, at hann er hóast alt yngri enn maðurin sum stóð á pallinum.
Cliff hevði stóran týdning
”Tá Cliff Richard kom fram seinast í 50’unum og 60’unum, tá hevði verið ein keðilig tíð frammanundan uppá nógvar mátar.”
”Hann kom við nýggjum musikki og tað var ordiliga gott. Góður musikkur, rútma í og góður at dansa eftir. Bæði eg og konan hava dansað nógv eftir musikki hjá honum uppi í Atlantis Bio,” sigur Poul.
Ógloymandi konsert
Hóast Poul hevur nógv gott at siga um tónleikin hjá Cliff Richard, so telist hann ikki millum tey, sum hava stórar samlingar av plátum hjá Cliff.
”Eg havi bara onkrar nýggjari upptøkur, og hetta er fyrstu ferð eg eri á konsert hjá honum, men hetta var yvir allan forvæntning,” sigur hann.




