Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik Open 2016

Tíðindaskriv

Leygardagin tann 13. august verður skipað fyri árligu BankNordik-Open golfkappingini á golfbreytini á Glyvursnesi. Kappingin verður skipað sum ein opin einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi.

BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við golfbóltum. Harafturframt letur BankNordik trimum teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.

Eisini verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.

Umboð fyri BankNordik letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping. BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður.

Kappingin er fyri øll, sum hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

Tey, ið hava áhuga at luttaka, skulu senda eitt SMS til 258539 ella teldupost til: hvitanes47@icloud.com í seinasta lagi hóskvøldið tann 11. august kl. 20.00. Luttøkugjaldið er kr. 50,00.