Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví skullu almennu Føroyar taka lívið frá fólki?

John William Joensen

Nú politiska skipanini arbeiðir við einum pensjónsreformi er nógv tosað um hvørt pensjónsaldurin skal lækka ella hækka. Men eingin tosar um tey; sum á hvørjum árið verða frátikin ein stóran part av lívinum, tá tey verða noydd at leggja lívsstarvið frá sær, bert tí at tey eru farin um ein ávísan aldur.

Nú politiska skipanini arbeiðir við einum pensjónsreformi er nógv tosað um hvørt pensjónsaldurin skal lækka ella hækka. Men eingin tosar um tey; sum á hvørjum árið verða frátikin ein stóran part av lívinum, tá tey verða noydd at leggja lívsstarvið frá sær, bert tí at tey eru farin um ein ávísan aldur.

Fyri summi er pensjónistatilveran ein dreymur sum hugt verður fram ímóti og onnur hava so góð pensjónsviðurskifti at tey kunnu leggja frá særáðrenn tey náða pensjónsaldurin, hóast tey eru fult arbeiðsfør.

Men so eru tað eisini mong sum eru fult arbeiðsfør og sum brenna fyri arbeiðinum tey kanska hava havt ein mansaldur, men sum verða noydd til at fara frá – fyri aldur – sum tað nú einaferð kallast.

Fyri nøkur er hetta ein sannur deyðadómur. Tey fella í fátt og leggjast inni og trekkja seg at enda heilt burtur úr samfelagnum. Fleiri av hesum kenna seg at verða til ónáðir ella ”fortreð”, tí samfelagið gevur teimum durafjóringin og sigur beinleiðis at okkum tørvar teg ikki longur.

Øll vitanin, arbeiðsmegin og alt hesi fólkini eiga at geva verður í einum ”deleded” ella sletta úr almenna rúminum.

At fólk einans tí tey gerast 67 ár ella 70 ár verða noydd at leggja lívsverkið frá sær – ímóti teirra vilja – er ómenniskjaligt.

Hetta styttir beinleiðis livialdurin hjá fólki, sum missa hugin til lívið.

Tíðin er tann rætta at hyggja eftir hesum stóra trupulleika, soleiðis at fólk sjálvi kunnu velja sína egnu tilveru og tey okkara, sum eru eldri, men ikki kundu hugsað sær eitt lív uttan arbeiði – eisini kunnu velja hetta.

Ein byrjan kundi verið at loyvt hesari týdningarmiklu arbeiðsmegi at arbeitt hálva tíð eftir pensjónsaldur.