Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan fer at koma við broytingaruppskoti

Helgi Abrahamsen

”Tað passar, at tey skipini sum hava roynt nýggjar leiðir verða revsað, um uppskotið verður samtikt soleiðis sum tað liggur nú.

”Tað passar, at tey skipini sum hava roynt nýggjar leiðir verða revsað, um uppskotið verður samtikt soleiðis sum tað liggur nú. Tað vóni eg at vit fáa rættað undir 2. og 3. viðgerð.” Tað segði formaðurin í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, í løgtinginum í morgun, tá uppskotið um fiskidagar var til viðgerðar.

Tað var Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum spurdi Bjarna Hammer um støðuna viðvíkjandi teimum, sum hava roynt á fremmandum leiðum.

Ingolf S. Olsen, sum eisini er partur av Vinnunvendini, viðgekk somuleiðis, at uppskotið rakar onkran óheppið, men at tað hevur ongantíð verið ætlanin. Hann boðaði tí frá, at samgongan fer at koma við einum broytingaruppskoti millum 2. og 3. viðgerð. Hann segði tó ikki ítøkiliga, hvat fer at standa í broytingaruppskotinum.

Harleyfacadeacryl