Súni Olsen sigur, at m.a. rópini frá venjaranum Mikkjal K. Thomassen gjørdu sítt til, at hann var eyka uppsettur uppá at skjóta frísparkið í málið.
Súni Olsen sigur, at m.a. rópini frá venjaranum Mikkjal K. Thomassen gjørdu sítt til, at hann var eyka uppsettur uppá at skjóta frísparkið í málið.
Stóri leikarin í Gundadali til klassikaran sunnudagin var Súni Olsen. Klaksvíkingar sluppu fyri fyrstu ferð í ár at uppliva eina frísparksperlu frá roynda miðvallarleikaranum, sum í KÍ higartil hevur havt meir leiklutin, sum tann ið leggur upp til mál enn at skora tey. Og hjá einum leikara blívur tað neyvan nógv størri enn at avgera klassikaran í Gundadali í síðstu løtu.
– Kenslan var øgilig. Tað var ótrúligt, tá man rann yvir móti bygdaskýlinum og síggja hvussu alt kókaði við royki og øðrum. Kenslan var góð, eisini áðrenn man tók bóltin áðrenn frísparkið bleiv tikið. Eingin slapp at taka bóltin frá mær. Nú legði eg upp til málið áðrenn og tí komin væl inn í dystin. So sjálvsálitið var har. Og so hoyri eg eisini Mikkjal í bakgrundini rópa ‘hetta er tú, hetta er tú’. So hugsar man, knalli eg hann inn nú, so kanska man fær frí í einar tveir dagar, sigur ein væl nøgdur Súni Olsen við einum smíli.
Hann vil ikki taka sær æruna fyri sigurin, men dylur ikki fyri, at tað var ein stór løta fyri seg at avgera dystin.
– Tað er liðið sum vinnur. Hvør skorar og leggur upp er ikki so umráðandi. At eg skori er stuttligt, tí eg veit ikki, hvussu leingi eg spæli fótbólt afturat og sleppi at hava slíkar feiringar. Hetta er tað sum man spælir fyri og fær løn fyri. Tí, sum eg segði áðrenn kappingina, so vildi eg geva alt og í dag riggaði tað bara. Støðan var 2-1, tá eg kom inn, so tað var eisini ein motivatión, at man vildi koyra á og kanska eisini fáa hinar við sær fyri at venda dystinum. Og tað haldi eg riggaði, tí vit avrikaðu væl og leikararnir lyftu seg síðstu løtuna. Hetta er mín størsta løta í KÍ. At koma inn, leggja upp til 2-2 málið, fáa frísparkið og so skora tað sjálvur. Man kann ikki ynskja sær meir. So eg trúgvi, at hetta var ein stór løta, ikki bara fyri meg, men fyri nógvar norðoyingar, sum antin vóru í Gundadali ella fylgdu við á netinum, segði Súni Olsen við Norðlýsið eftir dystin.




