Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparliga gongdin hjá skipabólkunum verður viðgjørd í Norðoya Sparikassa í kvøld

Helgi Abrahamsen

Símun Absalonsen, sum starvast hjá grannskoðanarvirkinum NUMO, fer í kvøld kl. 19:00, at hava fyrilestur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík um búskaparligu gongdina hjá útvaldum skipabólkum, og um møguleika teirra í sambandi við eina nýggja fiskivinnuskipan.

Símun Absalonsen sigur við Norðlýsið, at talan er um greiningina av fiskiflotanum, sum ráðgevaraparturin hjá NUMO plagar at gera á hvørjum ári.

Vanliga plagar tað at vera Bjarni Arnason, sum leggur hetta tilfarið fram, men av tí at hann er burturstaddur, verður tað mín lutur at greið frá hesaferð,” sigur Símun.

Umframt greiningar av gongdini og metingar um útlitini hjá einstøku skipabólkunum, verður í fyrilestrinum eisini komið inná nýskipanina av fiskivinnuni, tilfeingisrentu o.a.

Umframt Símun Absalonsen verður Arni Poulsen eisini við til tiltakið.

Fyrilesturin í Norðoya Sparikassa verður í kvøld klokkan 19.