Ein veteranur er eisini aftur á A-landsliðnum.
Lars Olsen hevur í morgun tíðindafund, har A-landsliðshópurin til dystin móti Ungarn verður kunngjørdur.
10.07: Venjarin sigur, at hann hevur havt nógvar leikarar í tonkunum, tá hópurin skuldi setast. M.a. sigur hann, at U21 landsliðsleikararnir ikki vera tiknir út, tí tað er betri at teir spæla U21 landsdystirnar heldur enn at hava ein minni leiklut á A-landsliðnum. Har nevndi hann Ari M. Jónsson, Hákun Edmundsson, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Jákup Thomsen.
10.08: Kristian Joensen úr KÍ er millum málverjarnar á landsliðnum.
10.10: Ikki nakað óvæntað navn higartil. Árni Frederiksberg og Sonni Ragnar Nattestad eru aftur í hópinum.
10.12: Fróði Benjaminsen ger comeback á landsliðnum
10.14: Klæmint A. Olsen og Jóan Símun Edmundsson eru einastu álopsleikararnir í hópinum. Sostatt er Páll A. Klettskarð ikki millum teir 23 leikararnar í hópinum.
10.21: Tíðindafundurin er liðugur. Stóra søgan er helst, at Fróði Benjaminsen tekur eitt tørn afturat á A-landsliðnum. Lars Olsen segði, at hann er eitt sindur leitandi framvegis á hesum plássinum og at hann sær Fróða sum ein miðvallarleikara í hópinum hóast hann spælir í miðverjuni á HB liðnum. Og samstundis hevur sannførandi spælið hjá Kristian Joensen í KÍ gjørt, at hann nú er aftur á A-landsliðnum, har hann ikki hevur verið seinastu árini.
Føroyar-Ungarn spæla týskvøldið 6. september á Tórsvølli. Hópurin er hesin:
Gunnar Nielsen
Teitur M. Gestsson
Kristian Joensen
Jónas Tór Næs
Atli Gregersen
Rógvi Baldvinsson
Jóhan T. Davidsen
Viljormur Davidsen
Sonni Ragnar Nattestad
Gilli Rólantsson
Bárður J. Hansen
Kaj Leo í Bartalsstovu
Sølvi Vatnhamar
Hallur Hansson
Brandur H. Olsen
Heini Vatnsdal
René S. Joensen
Árni Frederiksberg
Pól Jóhannus Justinussen
Róaldur Jakobsen
Fróði Benjaminsen
Klæmint A. Olsen
Jóan Símun Edmundsson