Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppdystur í kvinnudeildini í morgin

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar skulu av álvara standa sína roynd í morgin.

KÍ kvinnurnar skulu av álvara standa sína roynd í morgin.

Tí tá tekur felagsliðið EB/Streymur/Skála ímóti í týðandi landskappingardysti. EB/Streymur/Skála liggur undan dystinum á odda í deildini, men munurin er bara trý stig og tá hevur KÍ leikt ein dyst færri. Innanhýsis dystirnir millum hesi liðini í landskappingini eru báðir endaðir við javnleiki, meðan bæði liðini vunnu hvør sín dyst í hálvfinalunum, har KÍ vann uppá útivallarmál. 
Dysturin verður leiktur á Skála (og ikki við Margáir sum vit fyrst skrivaðu) mikukvøldið kl. 18.30. Dómari verður Arni Rasmussen.