Tá føroysku træseglskipini stevna inn á Klaksvík leygarmorgunin, kemur eisini eitt fylgið av gomlum føroyskum bátum inn eftir Vágni.
Hetta eru svínoyrabátarnir, sum Ólavur Hátun hevur savnað saman til dagin. Fleiri av bátunum eru sera gamlir, onkur meira enn eitthundrað ár. Eftir róðurin, verða bátarnir sýndir fram á landi úti í Klaksvík.
Í gjárkvøldið, fór sterk manning av sjálvbodnum frá Føroya Sjómannadegi, umborð á Brimil, í Klaksvík, saman við Ólavi Hátún. Leiðin gekk til Svínoyar har bátarnir skuldu dragast úr neystum, sjósetast og rógvast ella sleipast til Brimil, úti á Svínoyarvík.
Ólavur Hátun hevði frammanundan verið úti í Svínoy og kanna og eftirhugt at bátarnir vóru í standi til ferðina.
Við góðum stuðli frá Vørn og manningini á Brimli, gekk ætlanin hjá Ólavi sera væl. Vit fóru av Borðoyarvík um fimm tíðina seinnapartin í gjár og beint eftir miðnátt vóru allir bátarnir komnir undir tak á Kryvjing í Klaksvík.




