Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús fær nútímans vaskarí

Nordlysid

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur keypt nýggjar maskinur og útgerð til vaskaríið, sum nú verður innrættað og skipað sambært dagførdum krøvum og mannagongdum.

KlaksvíkarSjúkrahús hevur keypt nýggjar maskinur og útgerð til vaskaríið, sum nú verðurinnrættað og skipað sambært dagførdum krøvum og mannagongdum.

 

– Hetta erein liður í støðuga arbeiði okkara at akkreditera Klaksvíkar Sjúkrahús sambærtaltjóða reglum, so vit framhaldandi verða fult á hædd við øll onnur nútímanssjúkrahús, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


– Tað erumráðandi, at dagføra og framtíðartryggja allar partar av virksemi okkara,soleiðis at tænasturnar her á sjúkrahúsinum støðugt eru á fult nøktandi støði.

 

– Reinførihevur alstóran týdning á einum sjúkrahúsi, og her hevur vaskaríið sjálvsagt einsentralan leiklut, sum verður væl útintur av okkara dugnaligu og royndustarvsfólkum.

 

– Menmaskinurnar vóru farnar at eldast og hølisumstøðurnar tað sama, og einendurnýggjan var tí neyðug. Umframt nýggju útgerðina verður vaskaríið eisiniinnrættað og skipað av nýggjum sambært nýggjastu vitanini á økinum, upplýsirSúsanna Olsen.

 

Sir CliffRichard fekk hjálp frá vaskarínum

– Dagligaarbeiðið á vaskarínum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fær ikki ta nógvu umrøðuna, menhósdagin á ársins Summarfestivali fekk vaskaríið eina ógvuliga forkunnugauppgávu, sum varð umbiðin av ongum minni enn heimsstjørnuni Sir Cliff Richard.

 

– Tað vístiseg, tá ið Cliffurin var komin til Klaksvíkar, at konsertjakkin hjá honum varblivin eitt sindur rukkutur á ferðini úr London, og sum kunnugt kann einheimsstjørna ikki fara á pallin í rukkutum jakka. Snarboð vórðu tí send eftireinum av royndu starvsfólkunum á vaskarínum, Elisabeth Guðjónsson, um at komaog gera hann slættan aftur. Jakkin varð fingin í hennara kønu hendur, og taðgekk ikki long tíð, so sá jakkin út sum nýggjur, og Cliff Richard kundi faraóræddur á stóra pallin á Vágsbøi.

 

Tað er ReginOlsen, maskinmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið stendur fyri meginpartinum avarbeiðnum dagføra vaskaríið á sjúkrahúsinum, sum ætlast at verða liðugt umleið1. oktober 2016.