Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórir vinningar til svimjukapping tvørtur um Vánna

John William Joensen

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping á Føroya Sjómannadegi tvørtur um Vánna. Í ár hevur ELDING latið fýra sjónvarp at kappast um, so vantandi verða nógvir luttakarar.

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping á Føroya Sjómannadegi tvørtur um Vánna. Í ár hevur ELDING latið fýra sjónvarp at kappast um, so vantandi verða nógvir luttakarar.

Svimjukappingin verður leygardagin kl. 15.25 á Føroya Sjómannadegi. Tilmelding hjá Ægir á tlf. 273200 ella meyl klips.fo@live.dk att: svimjikapping Vánna.

Øll svimja í senn men tó verður kappast í fýra bólkum.

25 ár og eldri: Kvinnur og menn.

24 ár og yngri: Kvinnur og menn

Vinnararnir fáa heiðursmerki og nummar eitt í hvørjum bólki fær sjónvarp frá ELDING