Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

21. umfar: Heimaliðini favorittar

Jákup Ósá

Metingar: Sunnudagin er 21. umfar á skránni íEffodeildini. Heimaliðini eru favorittar.

Niðanfyri metir Norðlýsið um 21.umfar í Effodeildini.

AB-B68

Ein sera avgerandi dystur fyri bæðiliðini, hóast tað kanska er størri møguleiki fyri, at AB klárarat yvirliva í deildini. Vinnur AB, so livir vónin, tí tá eruhelst bara fimm stig upp til 8. plássið. Báðir dystirnir millumliðini eru endaðir við javnleiki, og tað er ein orsøk til, hvíhvørgan av liðunum liggur tættari við yvirliving. Tey vinna ikkidystir. Skal ein síggja gott spæl, so er hetta neyvan dysturin. Mentíðin vil vísa, um nakað av liðunum veruliga fer eftirmøguleikanum og vísir, at tað ikki hevur givið upp. Tipping: 1(1-0)

B36-ÍF

B36 slapp upp aftur í topp fýraseinasta vikuskiftið, men tað var ikki sannførandi áSvangaskarði. Okkurt bendur tí á, at B36 enn ikki rættuliga erkomið í gongd. Hjá ÍF tykist kappingarárið vera heilt steðgaðupp. Tað tykist næstan sum sigurin í Klaksvík gjørdi enda áliðnum fyri í ár, tí síðsta vikuskiftið vann Víkingurgrannauppgerðina nærum uttan at sveitta. Hóast B36 ikki eroptimalt fyri, so eru føroyameistararnir helst betri enn ÍF íløtuni. Kravið til B36 er eisini trý stig, tí tá kann liðiðliggja tryggari á 4. plássinum. Tipping: 1 (2-0)

Víkingur-Skála

Víkingur er eitt av liðunum, sum er ítoppformi og bara vinnur fyri tíðina. Serliga tykist veteranurinSorin Anghel at hava styrkt væl um liðið og hevur verið millumteir bestu seinastu dystirnar. Hinvegin hevur Skála fýra tap á raðog vinnur AB sín heimadyst móti B68, so er Skála langt frátryggjað enn í botnstríðnum. Í Norðragøtu plagar Skála ikkiat gera nakað við Víking, so talan verður helst um ein greiðanheimasigur, um Víkingur heldur fokusið á landskappingardystin núein vika er til steypafinaluna. Tipping: 1 (3-0)

NSÍ-HB

Tann á pappírinum mest spennandidysturin, men verður hann nú so spennandi? NSÍ hevur vunnið seksdystir á rað, meðan HB móti KÍ vísti, at liðið hevurveikleikar, tá tað møtir teimum sterku liðunum. Harafturat havatveir av føstu leikarunum, Teit Jacobsen og Rókur av FløtumJespersen, leikbann. Tað verður ein smeitur. HB hevur ikki vunniðá nøkrum toppliði síðani 3. umfar, so mest sannlíkt liggja øllstigini eftir í Runavík sunnudagin. Liðini leggja seg eftirálopsfótbólti, so helst vera nøkur mál.Tipping: 1 (3-1)

KÍ-TB

KÍ-TB plagar at enda 1-0. Men TB erbetri fyri enn leingi, og nú er spurningurin, um liðið fær eittgott úrslit afturat. TB hevur í Albert Adu og Poul Ingason eittálopspar, sum kann geva KÍ verjuni trupulleikar við sínumskjótleika. Hjá KÍ manglar leikbannaði Jákup B. Andreasen oghann manglaði eisini móti ÍF, tá liðið tapti. Størsta ivamáliðhjá KÍ er, um fokusið er á rætta staðnum nú eina viku undansteypafinaluni, tí móti ÍF sá ein, at tá KÍ rakar ein ringandag, so kann liðið tapa móti øllum. Dystirnir plaga ongantíð -seinnu árini – at hava meir enn eitt mál á muni, so tað erlættast at seta ein smalan heimasigur her. Tipping: 1 (1-0)

Harleywoodpaint