Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fish & Chips frá JFK er ótrúliga væl umtókt

Jákup Ósá

Eitt av tiltøkunum á Sjómannadegnum, ið hevur størst áhuga, er fiskurin frá Gadus, sum JFK gevur øllum gestunum ókeypis eins og Føroya Bjór bjóðar leskandi afturvið. Bíðirøðin hevur verið og er framvegis long og fólk lata óføra væl at smakkinum.

Og tað eru fleiri enn tey, sum eru á bryggjuni, ið fáa ágóðan. Fyrrapartin fingu øll fólkini á Heiminum við Vágna eins og sluppirnar eisini fingu umborð, tá tær vóru komnar at bryggju.