Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar er kommunala samhaldsfestið hjá núsitandi stjórn?

Norðlýsið

Meðan Tórshavnar kommuna byggir eitt luksusprojekt fyri og annað eftir, so stríðast aðrar kommunur – eitt nú í Suðuroy, á Sandoy og kanska eisini í Vágum – við at fáa nóg mikið pening til grundleggjandi tænastur, og alt hetta hendir, samstundis sum núsitandi vinstrastjórn púrt einki ger við hendan ójavnan og enntá ger hana verri við at brandskatta vinnuna kring landið.

Í Degi og Viku áðrenn vikuskiftið sóu og hoyrdu vit ein av tinglimunum hjá núsitandi vinstrastjórn, Djóna N. Joensen, stíga fram við boðum um, at nú má eldraøkið flytast aftur til landið, tí munurin á kommununum er so stórur.

Stutt sagt, so vil hesin samgongulimurin – sum eisini ætlar sær í Tórshavnar býráð – at flyta eina borgaravenda uppgávu aftur til landið, hóast allar kanningar og royndir vísa, at slíkar uppgávur liggja nógv, nógv betur hjá kommununum, tí hesar eru í lokaløkinum og kenna munandi betur sínar borgarar enn ein stjórn, sum sjálvandi heldur til í høvuðsstaðnum hevur møguleika at gera.

Grundgevingarnar hjá Djóna fyri at gera hesa óumhugsaðu broyting er altso, at undir landinum fara okkara eldru at fáa betri og javnari viðgerð, sama hvar tey búgva.

Tvs. at ístaðin fyri at taka sjálva rótina, sjálva sjúkuna, sum er, at tað er ov stórur fíggjarligur munur á teimum ríku og teimum fátæku kommununum, og javna hesa eitt sindur meira út við javningarskipanum, so ætlar hesin javnaðarmaðurin ístaðin at halda fast við hendan ójavnan – Djóni skal jú veljast í Tórshavar kommunu í heyst – og tí er loysnin hjá honum heldur at taka eitt av symptomunum upp á fíggjarliga ójavnan burtur við at taka eldraøkið aftur til landið at røkja.

Djóni N. Joensen, javnaðartingmaður, vil sostatt ikki viðgera sjúkuna, og lata inntøkurnar hjá kommunurnar gerast eitt sindur rættvísari, men heldur geva sjúklinginum eina pínutablett, so sjúkan kann halda fram, og tann ríki verður framhaldandi eins ríkur.

Her lekur av sonnum millum teori og praksis hjá nústandi stjórnaliminum.

Alt fyri sentraliseringina

Tað tykir sum, at hendan vinstrastjórinin vil gera alt fyri at styrkja miðstaðarøkið, meðan tað øvugta verður galdandi fyri økini og vinnupássini kring landið. Hetta hava vit tíverri longu fleiri dømi um, eitt nú við tí brandskatting av vinnuni kring landið, sum longu er byrjað, so sum tey ætla at økja upp í fleiri hundrað milliónir av eykaskatt, sum tey so fínt kalla tilfeingisskatt, men í veruleikanum er tað peningur, sum verður tikin frá økjunum og vinnuplássunum kring landið og savnað inn í stórapott hjá landsstýrinum at brúka til alment virksemi og útreiðslur.

Hetta fer fram, samstundis sum tann so nógv tann ríkasta kommunan ikki veit, hvat hon skal brúka pening sín til, og tí verða skúlar, havnir, tjóðleikarhús, dupulthallir, musikkskúli, Tórsvøllur og you name it bygt fyri fleiri hundraðtals milliónlir, simpulthen tí yvirskotið er ov stórt – kommunan má brúka peningin, tí hon hevur ikki loyvi at goyma pengar – hann skal brúkast sambært lógini. – Keypið av Baccalao, Føroya Banka, bygningar, ið tey ikki fyrr enn aftaná keypini fóru at hugsa um hvat teir skuldu brúkast til.

Tað grefligasta og feskasta dømið um hetta, sum eg her havi lýst, er tann havnin, sum nú skal verða bygd í Havn. Fyri tað fyrsta áttu tær inntøkurnar, sum Tórshavnar Havn brúkar til at fíggja hesa risa íløgu, at verið býttar ímillum tær havnir og tey vinnupláss, sum hava skapt og virka vørurnar kring landið, men sum verða útfluttar ígjøgnum Tórshavnar Havn. Fyri tað annað ger landið samstundis eina íløgu í ein undirsjóvartunnil, sum fer at gera, at tað verða 10 minuttir inn á Skálafjørðin, har sama havn kundi verðið bygd munandi bíligari, tí har eru nátúrligar umstøður til tað.

Men tað kemur ikki núsitandi stjórn til hugs, at hetta er eitt tað grovasta dømið um óneyðugar dupultíløgur, sum yvirhøvur er komið fyri í Føroya søgu.

Tað er sum í Animal Farm: “All animals are equal, but some animals are more equal than others”! Sosialisman er galdandi viðhvørt, skilst, men ikki tá ið að snýr seg um kommunur og økini kring landið, sum hava skapt tey virðir, ið Havnin nú livir sítt luksuslív av.

Men skerið tit bara greinina av, sum tit sita á har suðuri – tað fara tit nokk einaferð at uppdagað, tá ið hon brotnar!! Hvør skal tá gjalda fyri høgu hælarnar og cafelatti??